|
|
FELAGIÐ FØROYSKIR
FISKIMENN UTTANLANDS
Postboks 79 396
110 Tórshavn
Formaður:
Einar Martin Hammer
ehm@olivant.fo
Telefon: 28 67 02
Limagjaldið fyri 2020 er 400,- KR. fyri alt árið.
Limagjaldið skal flytast á konto: 9181 - 44 20 278.
|
|
|
|
|
VIÐTØKUR FELAGSINS:
§1: Navn felagsins er Føroyskir Fiskimenn Uttanlands.
2. Heimstaður felagsins er Tórshavn.
§2: Endamál felagsins er at arbeiða fyri at vinna føroysum fiskimonnum uttanlands sømdir, sum ikki virka darvandi fyri hugin at leita upp arbeiði, har tað er at fáa.
§3: Limir felagsins kunnu allir føroyingar vera, sum eru við fiskiskipi uttanlands, sama um teir hava bústað í Føroyum. Føroyingur er eisini útlendingur, sum hevur síni lívsáhugamál í Føroyum.
§4: Limagjald er ásett av aðalfundinum. Við innliman verður at gjalda innlimingargjald, ið er dupult limagjald.
§5: Felagið verður umboðað av nevnd, sum verður vald á aðalfundi ella eykaaðalfundi.
2. Nevndin verður mannað soleiðis, at liminir úr hvørjum mynstringarlandi velja eitt umboð.
Hvør nevndarlimur skal hava navnnevndan tiltakslim úr sama mynstringarlandi.
Berst nevndarlimi og tiltakslimi hansara í senn frá at møta á fundi, so kann nevndarlimurin einsamallur tilnevna annan at umboða seg á fundi, treytað av, at tann tilnevndi er úr sama mynstringarlandi.
3. Nevndin skipar seg sjálv.
4. Upplýsingar um limir felagsins eru persónligir og mugu bara nýtast av felagnum og viðvíkjandi felagnum.
§6: Aðalfundur verður hildin um ársskiftið, - antin í desember ella januar.
2. Aðalfundur skal lýsast í minst eimum av landsblaði í minsta lagi ein mánaða fyri fundin.
3. Eykaaðalfundur verður innkallaður eftir somu reglum sum aðalfundur, sí tó §10.
Tveir nevndarlimir ella 30 limir kunnu krevja eykaaðalfund; kravið skal vera skrivligt og undirskrivað av øllum.
Hevur nevndin ikki lýst eykaaðalfund í 14 dagar eftir at áheitanin er móttikin, kunnu teir, ið krevja fundin, innkalla til fundin av sínum eintingum.
§7: Aðalfundur verður hildin við hesi skrá:
1. Val av orðstýrara.
2. Formaðurin greiðir frá farna ári.
3. Framløga av roknskapi.
4. Innkomin mál.
5. Val av grannskoðara.
6. Ymiskt
§8: Uppskot, sum skulu viðgerast, skulu fyriliggja í skrivligum líki í seinasta lagi ein tíma fyri ásettu fundarbyrjan, sí tó §10 um avtøku av felagnum.
§9: Á aðalfundi kunnu bert limir atkvøða, sum ikki eru í eftirstøðu.
2. Avgerðir verða tiknar við vanligum meirluta. 3. Limir, sum eru uttanlands, tá ið fundur er, kunnu ikki vera umboðaðir av øðrum við alfulltrú; fulltrúin, sum skal vera skrivlig, skal fevna um konkreta støðu til konkret mál, harundir val av nevndarlimi. Eingin kann á fundi umboða fleiri enn tveir limir umframt seg sjálvan.
§10: Felagið kann bert takast av við aðalfundi ella eykaaðalfundi; uppskot um avtøku skal vera tilskilað í lýsingini av fundinum.
2. Til tess at taka felagið av krevst at 4/5 av teimum møttu atkvøða fyri.
3. Verður felagið tikið av, skulu ognir felagsins latast grunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn.
|
|
|
|
|
TÍÐINDABRÆV |
Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá felagnum:
Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.
|
|
|
|
|