Føroyskir fiskimenn uttanlands
 FRAMSÍÐA                         
 VIÐTØKUR FELAGSINS    
 UM FELAGIÐ                    
 ENDAMÁL FELAGSINS    
 NEVNDARLIMIR    
 TÍÐINDAYVIRLIT                
FELAGIÐ FØROYSKIR
FISKIMENN UTTANLANDS
Postboks 79 396
110 Tórshavn

Formaður:
Einar Martin Hammer
ehm@olivant.fo
Telefon: 28 67 02


Limagjaldið fyri 2020 er 400,- KR. fyri alt árið.

Limagjaldið skal flytast á konto: 9181 - 44 20 278.

LOGO

UM FELAGIÐ:


Um felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands
Felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands varð stovnað 21. april 1995.
Um felagið kunnu vit fyrst nevna, at vit t.d. vóru við í tilgongdini um sjómannafrádráttin hvørs endamál var, at vit kundu fáa somu skipan, sum teir vit vóru á dekki saman við á útlendskum skipum.
Eina tíð høvdu vit eina vælvirkandi skipan við einum V-tali, sum javstillaði okkum við føroyskar lønmóttakarar. Hetta avtók TAKS hin 1. januar 2011.
Tá gjørdist alt økið mert av ruðuleika, hóast vit ávaraðu TAKS, Fíggjarmálaráðið og landstyrismannin í fíggjarmálum og løgtingsmenn.
Hetta fekk fatalar avleiðingar bæði fyri skattaborgaran og fyri landskassan. Royndirnar vísa, at við størri umsiting er torførari at fáa pening í føroyska landskassan.
Stutt fyri jól 2012 samtykti løgtingið nýggjar lógir, sum skulu galda á økinum. Áðrenn hetta varð samtykt ráðførdu myndugleikarnir seg við okkum, og vit fingu tí ávirkan á endaligu ásetingarnar.


Ov nógvar skipanir
Ein trupulleiki var, at tað vóru ov nógvar skipanir, og at ilt er at finna fram til hvørjar skipanir skuldu dekka hvønn lønmótakara.
Tað var eisini ein trupuleiki at kunngerðir og reglugerðir vóru broyttar ofta og títt.
Eitt dømi var, at TAKS kravdi skatt av ferðaseðlum sum ”frían ágóða”. Hetta merktiskt sum ein straffur fyri at fara uttanlands at vinna til lívsins uppihald. Vit gjørdu vart við, at vit eru føroyingar, sum ikki ynskja at flyta úr Føroyum.
Felagið hevur javnan verið í sambandi við myndugleikarnar, manningarfeløgini og áhugafeløg. Endamálið hevur verið at kunna møtast til ein fund har vit fáa greiðu á hesum viðurskiftum.


Samla umsiting
Vit hava lagt upp til, at man samlar alla umsiting á einum stað so teir, sum hava ætlanir um at fara í vinnu uttanlands kunnu avgreiða øll skjøl og váttanir við einari vitjan heldur enn at fara á 6 ymiskar skrivstovur, og órógva nógv almenn starvsfólk.
Vit hava t.d. fleiri ferð vent okkum til avvarandi myndugleikar fyri at fá greiðu á eftirlønarviðurskiftum hjá sjófólki uttanlands. Tað er møguligt at loysa trupulleikan, tá føroysk starvsfólk møtast í norðurlenskum høpi, men enn er ikki komið á mál.
Tað hevur stóran skund at fáa tey, sum stýra hesum landi at seta seg inn í hesi viðurskifti, heldur enn at koma við hugskotum, ið ikki kunna brúkast.
Man kann ikki bara seta tilvildarligar reglur í verk uttan at fara til rætta viðkomandi í Danmørk ella Norra, tá trupulleikin liggur har.
Tað vísir seg, at trupulleikarnir ikki liggja hjá lønmótakarunum; hesin er bert farin til verka í einum øðrum landi, tí ongin møguleiki er í Føroyum.


Niðanfyri: Mynd frá aðalfundinum í 2010, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum.

Aðalfundur 2010
Føroyskir fiskimenn uttanlands

Vitja okkum á Facebook




LOGO

LOGO



TÍÐINDABRÆV

Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá felagnum:

  


Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.